- Eingin vil koma í mín føðingardag, segði 10 ára gamli Colin Cunningham við mammu sína. Nú koma helst fleiri

Eingin tímir í føðingardag hjá Colin – nú kemur allur heimurin

Snorri Brend

17.02.2014 - 09:34

Aktuelt > Uttanlands > Annað

USA: 9. mars fara omanfyri tvær milliónir menniskju kring allan heimin at ynskja 11 ára gamla Colin tillukku við føðingardegnum
10 ára gamli Colin úr Michigan í USA hevur føðingardag sunnudagin 9. mars.
Fyri nøkrum vikum síðani fortaldi hann mammu síni, at hann hevði ongar vinir at halda føðingardagin fyri og saman við.
Colin hevur eina sjúku, sum í mangar mátar er at líkna við Aspberger Syndron. Og tað ger sítt til, at Colin hevur trupult við at spæla saman við øðrum og at fáa vinir í skúlanum.
Eftir hesi hjartanemandi boðini frá soninum bretti mamman, Jennifer upp um armar og fór til verka.
Hon ynskti nú at geva soni sínum ein fínan føðingardag, við heilsanum úr øllum heraðshornum.

ETUR MATPAKKA EINSAMALLUR
- Tá eg spurdi Colin, um hann ynskti at halda føðingardag sín, so svaraði hann, at eingin orsøk var til tað, tí hann hevði jú ikki nakrar vinir.
- Hann etur matpakkan einsamallur á eini skrivstovu í skúlanum, tí eingin vil hava hann sitandi við teirra borð, skrivar mamman Jennifer Cunningham.
Mamman avgjørdi at stovnseta eina síðu á Facebook, sum kallast ”Happy Birthday Colin”. Her heitir hon á øll um at ynskja soni hennara tillukku við degnum í mars.
Eftir bert tveimum vikum hevur síðan verið at sæð kring allan heimin, og longu nú hevur Colin fingið omanfyri 1,9 milliónir ”likes” og nærri eina millión fyrispurningar um vinarlag á Facebook.
Colin veit framvegis ikki, hvat mamman hevur sett í verk. Og tí er hugsandi at hann fær sítt lívs yvirraskilsi hin 9. mars.


SJÓNBANDAHEILSANIR
Søgan um tann einsamalla Colin er farin kring allan heimin – heilt frá dagstovnum í Meksiko til familjur í Ísrael, sum øll hava sent heilsanir til Colin.
Á Facebook-síðuni verða haraftrat lagdar sjónbandaheilsanir og lukkuynski alt samdøgrið.
Mamman Colin er púrasta ovfarin av undirtøkuni.
- Túsund takk, øll somul. Eg fái tár í eyguni hvørja ferð eg lesi eina nýggja heilsan.
- Eg havi ilt við av trúgva, at so mong hava víst kærleika til føðingardagin hjá soni mínum, skrivar hon í einum av innleggum sínum.
Familjan hevur eisini fingið eitt stórt tal av føðingardagsheilsanum við postinum. Tey hava tí verið noydd at seta upp ein serligan postkassa, soleiðis at pláss er til øll kortini tey fáa.
Mamman hevur lovað, at hon fer at filma reaskjónirnar hjá Colin, tá hann fær kunnleika til Facebook-síðuna.

(Kelda: tv2.no)


Myndirnar á síðuni eru tiknar av Facebook-síðuni hjá mammu Colin.


Hevur tú at senda honum eina heilsan við posti, so er bústaðurin hjá Colin hesin:

Colin
PO box 756
Richland, MI 49083-0756
USA


Ella umvegis Facebook:

https://www.facebook.com/Coliniseleven