Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Jarðskjálvtin í Iran í gjár hevur gjørt nógv størri skaða og kravt nógv fleiri mannalív, enn tey fyrstu tíðindini søgdu. Í morgun siga myndugleikarnir í Teheran, at í minsta lagi 220 fólk eru deyð, og at meiri enn 1.500 hava fingið skaða.
Jarðskjálvtin var 6,4 á Richterstiganum, og miðdepilin var einar 60 kilometrar í landnyrðing úr stórbýnum Tabriz. Seinni var ein annar jarðskjálvti í útnyrðingspartinum av landinum, Hann var 6,3 á Richterstiganum.
Iransku tíðindastovurnar skriva, at teir báðir jarðskjálvtarnir hava oyðilagt samskiftiskervið, og tað hevur farvað bjargingararbeiðið. BBC skrivar, at hóast jarðskjálvtarnir vóru tætt við tveir stórar býir, hava teir serliga gjørt skaða í teimum smáu býunum har á leiðini.
Næsta grein: Tað næstbesta við Føroyum er náttúran og ljósið