92 bátar tóku lut á Regatta 2012

Heri Simonsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Innanlands
Leygardagur 11. august 2012 - 00:27

Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag er sera nøgd við undirtøkuna.

- Vit høvdu 70 tilmeldingar, men tá vit møttu á Eiði fingu vit 22 tilmeldingar aftrat, so vit komu uppá 92 bátar, sum tóku lut á Regatta hesaferð, sum er ein sera góð undirtøka, segði hon í samrøðu við Rás2 fyrr í kvøld.

Bátarnir høvdu veðrið við sær, og sum altíð gekk væl at leggja bátarnar. Heilt fram til klokkan 23 var møguligt hjá bátafólkunum at fáa ein góðan døgurðabita í bygdarhúsinum í Hósvík.

Hýrurin í Hósvík er framúr góður. Á midnátt byrjaði dansibólkurin "Bridge" at spæla til dans í bygdarhúsinum.

Ì morgin fara fleiri av bátunum víðari á Ovastevnu í Nólsoy.