Aðalfundur í CTD-felagnum

Deil á Facebook
Hósdagur 23. februar 2012 - 10:00

Árligi aðalfundurin hjá CTD-Felagnum verður í samkomuhøllini á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði í Hoydølum, leygardagin tann 25. februar kl. 17.00.

Aðalfundurin byrjar við tveimum framløgum, ið vara í umleið ein tíma í alt.
Hans Atli Dahl, Cand. Scient, Ph.D., hevur framløgu við heitinum "Tann føroyski arvurin - frá DNA til CTD", ið hann stutt lýsir soleiðis:

»Tann geografiska isolation hevur ført við sær at føringar eru eitt sokallað genetiskt isolat. Blandingin av einum lítlum tali av grunnleggjarum í kombinatión við isolatión í Norðuratlantshavi í øldir, við einum fólkatali undir 5000 fólk, hevur ført við sær at føroyska populatiónin er genetiskt sæð homogen. Hetta kann hava fyrimunir men eisini vansar. ì granskingarhøpi er hetta ein sera góður eginleiki - antin sæst sjúkan/eginleikin við høgum títtleika og oftani við lítlari genetiskari variatión ella als ikki. Hetta bílæt sæst serstakiliga í sokallaðum monogenetiskum sjúkum so sum CTD ella Cystiskari Fibrosu osfr. har orsøkin aftanfyri er grunda í víkjandi ílegur. Fyrimunurin er, at tá tann genetiska variatiónin er kend, so gevur tað møguleikar fyri nationalum screeningsprogrammum, har informatiónin síðani kann nýtast til eftirfylgjandi fyribyrging og viðgerð«.

Í sambandi við bachelor ískoytisútbúgvingina hjá teimum fýra sjúkrarøktarfrøðingunum, Jacobu Thomsen, Katrini á Lakjuni, Lisbet Jacobsen og Súsonnu Jacobsen, skrivaðu tær ritgerð um, hvussu sjúklingar uppliva at fáa staðfest og liva við CTD-sjúkuni í Føroyum, og hvønn tørv sjúklingurin hevur á sjúkrarøkt. Framløga av uppgávuni verður fyrsta punkt á skránni á aðalfundinum.
Skráin annars verður sambært lógum felagsins.

Til ber at tekna seg sum lim áðrenn fundin.


Leo Poulsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Stoltenberg longu farin…

Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, er longu farin aftur til verka…

Fyrilestur um kvinnukúgan...

Leygardagin 19. mai heldur heldur Soheila Fors, sum er úr…

Stoltenberg í Føroyum…

Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta…