Álop í Irak kravt 91 mannalív

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1

aktuelt.fo » Uttanlands
Mánadagur 23. juli 2012 - 10:49

Álop á mál í 14 býum í Irak í morgun hava kravt í minsta lagi 91 mannalív, og minst 161 fólk eru særd. Tað siga trygdar- og sjúkrahúskeldur við fronsku tíðindastovuna AFP, og tær leggja afturat, at hetta er tann blóðugasti dagurin í landinum í meiri enn tvey ár.

Álopini vóru í Bagdad og fleiri býum har norðuri í landinum. Í sjálvum høvuðsstaðnum vóru seks spreingingar og ein sjálvmorðsatsókn. Í býnum Kirkuk eru fýra bilbumbur brostnar, og nakað norðan fyri Bagdad lupu vápnaðir menn á eina støð hjá irakska stjórnarherinum og skutu minst sjey hermenn.

Dagurin í gjár var eisini sera blóðugur í Irak. Minst 17 fólk lótu lív í bumbuálopum, og meiri enn 100 vórðu særd.