Astrid Krag hevur føroyska vermóðir

Eirikur Lindenskov
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 26

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 20. september 2012 - 11:53

Føroyskum miðlafólki dámar so væl at finna týðandi fólk úti í heimi, sum hava føroyskt tilknýti. Í tí sambandi er nógv skrivað um føroysku konuna hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen.

Í hesum døgum er heilsumálaráðharrin í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt, 29 ára gamla Astrid Krag, nógv í fokus í sambandi við, at hon verður spádd at gerast nýggj forkvinna í SF eftir Villy Søvndal, sum hevur lagt frá sær.

Astrid Krag er gift við Andreas Seebach, sum er hálvur føroyingur, sonur Junn Ovildsdóttir – dóttir Ovild Didriksen í Havn.

Sum eftirnavnið bendir á, so er Andreas Seebach av somu familju, sum kendu tónleikafeðgarnir í Danmark, Tommy og Rasmus Seebach. Andreas er eisini kendur sum tónleikari og rappari – nevndur AndyOp. Pápi hansara er trímenningur Tommy Seebach, og soleiðis eru Andreas og Rasmus Seebach ferminingar.