Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, hevur gjørt fíggingaravtalu um nýggja virksemið í norskum øki.
Tað boðar felagið frá.
Avtalan er ein 300 millliónir norskar krónur stórur kredittur frá DnB at fíggja vaksandi virksemið í norskum øki.
Talan er um ein tríára kreditt.
Avtalan merkir, at DnB fer at fíggja umleið 74% av virkseminum hjá Atlantic Petroleum í norskum øki, og tað økir munandi um kapitalin, ið felagið hevur at ráða yvir til íløgur í norskum øki.
Alt oljuvirksemi í norskum øki verður afturgoldið av norska statinum við 78% av samlaðu íløgunum.
- Avtalan er ein týðandi liður í vakstrarætlanunum í norskum øki. Vit eru spent upp á at økja um verandi virðir í norskum øki, og økja um leitinga- og útvinningarskránna í komandi tíðum, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum.
Næsta grein: Berlusconi dømdur eitt ára fongsul