Atlantsflog økir flúgvingina til suðurlond

Áki Bertholdsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 10

aktuelt.fo » Innanlands
Týsdagur 19. juni 2012 - 10:53

Beinleiðis flúgvingin hjá Atlantsflogi úr Føroyum til Barcelona í summar, hevur fingið so mikið góða undirtøku, at næsta ár verða enn meiri flýgving til norðurspanska stórbýin.

Men Atlantsflog fer eisini at flúgva til okkurt annað land í Suðurevropa og í vetur arbeiða tey við at flúgva beinleiðis úr Føroyum til Gran Kanaria eisini.

Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi við Rás2, sum hesa vikuna sendir beinleiðis úr Barcelona.

Tað er nýggi loftbussurin hjá Atlantsflogi sum ger, at tað ber til at flúgva allan hendan teinin í einum.

- Teir nýggju møguleikarnir, nýggi loftbussurin gevur Atlantsflogi heilt aðrar møguleikar at bjóða fólki beinleiðis ferðasamband til heilt onnur lond, enn vit eru von við.

Magni Arge sigur, at næsta ár arbeiða tey við at byrja flúgvingina úr Føroyum til Barcelona tríggjar vikur fyrr enn tey gjørdu í ár.

Men ætlanin er eisini at toyggja flúgvingina longur út ár árið, kanska heilt út í oktober.

Somuleiðis sigur stjórin í Atlantsflogi vi Rás2 í Barcelona, at næsta ár arbeiða tey eisini við at flúgva beinleiðis úr Føroyum til okkurt annað land í Suðurevropa í háárstíðini, tvs í juni, juli og august.

Har hugsar hann fyrst og fremst um Italia, men Frakland ella Portugal kundi eisini verðið ein møguleiki, sigur hann.

Og í vetur verður møguleikin kannaður at flúgva beinleiðis úr Føroyum til Gran Canaria.

Endamálið við hesum ferðunum er ikki bara at flyta føroyingar suður í onnur lond.

- Endamálið er eisini at fáa ein ferðafólkastreym úr Suðurevropa til Føroya, sigur Magni Arge.