Aung San Suu Kyi í Fraklandi

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Týsdagur 26. juni 2012 - 08:25

Andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sum er á rundferð Evropa, kom í gjár til Fraklands, sum er tað seinasta landið, sum hon vitjar á hesum sinni.

Frammaundan hevur hon verið í Sveis, Noregi, Írlandi og Bretlandi. Í London vitjaði hon Undirhúsið og tosaði eisini við David Cameron, forsætisráðharra (myndin).

Í París skal Aung San Suu Kyi hitta Francois Hollande, forseta, Laurent Fabius, uttanríkisráðharra, Bertrand Delanoe, borgarstjóra í París og formenninar í teimum báðum tingdeildunum. Hon skal eisini hitta mannarættindafelagsskapir og Myanmar-búgvar, sum búgva í Fraklandi.

Aung San Suu Kyi steðgar tríggjar dagar í Fraklandi.