Barbara á Tjaldrafløtti heldur fram

Áki Bertholdsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 4

aktuelt.fo » Innanlands
Fríggjadagur 15. juni 2012 - 13:45

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur valt seks umboð í Ráðið fyri Brekað. Eftir tilmæli frá ráðsumboðunum er Barbara á Tjaldrafløtti afturvald sum forkvinna fyri ráðið.

Ráðið fyri Brekað hevur seks limir, ið landsstýriskvinnan í almannamálum velur. Formaðurin verður valdur eftir tilmæli frá hinum ráðslimunum.

Landsstýriskvinnan velur umboð fyri ávikavist Løgmansskrivstovuna, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Meginfelag teirra Brekaðu, Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya. Formaðurin í MBF er føddur limur.

Limirnir í Ráðnum fyri brekað verða valdir fyri 4 ár í senn, tó altíð í samsvari við løgtingsskeiðið. Landsstýriskvinnan hevur valt hesi umboð í ráðið:

Almannamálaráðið: Súsanna Nordendal, limur og Hallbera West, varalimur
Heilsumálaráðið: Símun J. Hansen, limur og Jan Simonsen, varalimur
Løgmansskrivstovan: Rúni Rasmussen, limur og Suffíu Eliassen, varalimur
Kommunusamskipan Føroya: Gunnvá við Keldu, limur og Kirstin Strøm Bech, varalimur
Føroya Kommunufelag: Katrin Næs, limur og Erik Davidsen, varalimur
Meginfelag teirra brekaðu: Uni Rasmussen, limur og Óli Wolles, varalimur

Limirnir vóru einmælt samdir um at heita á Barbaru á Tjaldrafløtti at halda fram sum forkvinnu fyri Ráðið fyri Brekað.