Tann nýskipaða stjórnin í Bosnia-Hercegovina hevur sett sær fyri at fremja neyðugar nýskipanir, so landið kann søkja um limaskap í Evropasamveldinum. Gongst sum ætlað, ætlar stjórnin at senda ta formligu umsóknina til Bruxelles longu í summar, sigur forsætisráðharrin, Vjekoslav Bevanda, við Reuters tíðindastovuna.
-Eg rokni við, at vit fara at lúka umsóknartreytirnar tann 30. juni, sigur Bevanda. Sambært forsætisráðharranum er tað bara neyðugt at broyta ta greinina í landsins grundlóg, sum snýr seg um mannarættindi, soleiðis at reglurnar á tí økinum eru í samsvari við reglurnar hjá ES.
Bosnia-Hercegovina lá í stjórnarloysi í meiri enn eitt ár, men stutt fyri ársskiftið eydnaðist tað at skipa eina samgongustjórn, sum er mannað við muslimskum, serbiskum og kroatiskum politikarum.
Danska farmaskipið Danica Brown hjá reiðarínum H. Folmer & Co.…
Hevði tjóðartingsval verið í Grikkalandi nú, hevði tann konservativi flokkurin…