Brúðarmynd gjørdist minnilig

Rannvá G. Fossaberg
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 3

aktuelt.fo » Uttanlands
Fríggjadagur 29. juni 2012 - 09:55

Tað, ið skuldi blíva ein vøkur brúðarmynd, endaði í einum verri, vátum ruðuleika, tá eitt brúðarpar úr Michigan í Amerika skuldi taka brúðarmynd.

Brúðarparið hevði saman við familju og vinfólkum stillað seg á eina baðibrúgv, soleiðis at eitt vakurt vatn og skógur skuldi síggjast í bakgrundini. Men brúgvin helt ikki øllum fólkunum, og bæði brúðarpar og gestir fóru á bláman.

Hóast brúðurin veruliga fekk karm, royndi hon at taka hendingina við einum smíli. Brúðgómurin royndi alt fyri eitt at bjarga sær sjálvum upp á turt, meðan ein av brúðargentunum hjálpti brúðrini.

Myndatøkan fór fram eftir vígsluna, og brúðurin hevði ætlanir um at skifta í ein annan kjóla, tá myndatøkan var liðug.

Eingin fekk skaða av tilburðinum, hóast orðini "Oh My God" blivu søgd rættiliga ofta undir hendingini.