Bumburegn í Damaskus

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Mikudagur 19. september 2012 - 13:01

Harðir bardagar eru í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus. Tíðindastovurnar skriva, at stjórnarherurin hevur flutt nógva herútgerð til eina fjallalíð, og at hann hevur sent eina rúgvu av bumbum inn yvir býin. Tíðindamaðurin hjá BBC skrivar, at tjúkkur roykur hongur uppi yvir einum parti av býnum, og at eldur er í nógvastaðni.

Eingin dugir at siga, hvussu nógv fólk hava latið lív í álopinum.

Uppreistrarmenninir hava havt ræðið á nøkrum býarpørtum í útjaðaranum av Damaskus, men tey seinastu tíðindini benda á, at stjórnarherurin hevur sett sær fyri at reka teir burtur haðani.