Castro skrivað ævisøgu

Deil á Facebook
Sunnudagur 5. februar 2012 - 12:00

Fyrrverandi kubanski leiðarin Fidel Castro hevur skrivað ævisøgu, og í gjár var hann í einum ráðstevnuhúsi í høvuðsstaðnum Havana og kunnaði fólk um ævisøguna, sum er í tveimum bindum. Sambært kubansku tíðindastovuni Gramma tók framløgan seks tímar.

Ævisøgan, sum er um 1.000 síður, greiðir frá lívi høvundans frá barnaárunum til kollveltingina í 1958 og tíðina aftaá. Á enskum eitur hon "Guerilla of Time".

Fidel Castro legði frá sær í 2008, tí heilsan var farin at bila av álvara, og hann hevur sjáldan víst seg alment síðani.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Danskt skip flytur…

Danska farmaskipið Danica Brown hjá reiðarínum H. Folmer & Co.…

34 deyð í…

Í minsta lagi 34 fólk doyðu, og 21 fingu skaða,…

Nýtt Demokrati størstur...

Hevði tjóðartingsval verið í Grikkalandi nú, hevði tann konservativi flokkurin…