Catalonia vil hava hjálp

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Týsdagur 24. juli 2012 - 19:35

Landspartastjórnin í Catalonia í Spania fer at senda ríkisstjórnini í Madrid eina umsókn um fíggjarligan stuðul. Tað segði catalonski fíggjarmálaráðharrin, Andreu Mas-Colell, við bretska kringvarpið BBC í dag.

Ráðharrin segði, at fíggjarstøðan hjá landspartamyndugleikunum er trupul, og at soleiðis sum støðan er, hevur landsparturin ikki møguleika at biðja fíggjarstovnar um hjálp. Tí er ríkiskassin tað einasta staðið, sum vit kunnu venda okkum til, segði hann.

Barcelona (myndin) er høvuðbýur í Catalonia.

Í síðstu viku vendi landsparturin Valencia sær til stjórnina í Madrid við umbøn um fíggjarliga hjálp.