Døglingar deyðir í Sandvík

Áki Bertholdsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 25

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 30. august 2012 - 11:58

Fyri eini lítlari løtu síðani doyðu tveir døglingar í Sandvík.

Menn, sum arbeiddu á keiini varnaðust brádliga, at tveir hampiliga stórir døglingar lógu í grótinum beint við Sigmundsgjógv.

Teir vórðu tiknir og nú eru teir sleipaðir út á keiina, har teir verða skornir upp.

Tá ið døglingar verða dripnir í Sandvík ella í Hvalba, verða teir skiftir til sóknina, tvs, fólkið í báðum bygdunum.

Spikið er ikki etandi, men tvøstið er sera gott. Fyri tað mesta verður tað stokt, men summi heingja eisini upp at turka, hóas tað ikki er so drivið, sum tvøst av grindahvali og so eru tað eisini tey, sum kóka tað aftur við spiki av grindahvali.

 

Næsta grein: Ríkisfundur í dag