Eg síggi ikki tørvin

Áki Bertholdsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 24

aktuelt.fo » Innanlands
Sunnudagur 15. juli 2012 - 08:55

- Eg fái ikki eyga á tørvin á eini flogruti til og úr Føroyum við farmi burturav.

Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.

Nakað síðani var frammi, at arbeitt verur við at stovna eina flogrutu til og úr Føroyum við farmi.

Sagt varð eisini, at Atlantsflog skuldi var við í eini slíkari ætlan.

Men tað er Atlantsflog ikki, sigur stjórin.

Hann sigur, at sum marknaðurin er nú, dugir hann ikki at síggja tørvin á eini loftvegin farmarutu til og úr Føroyum.

Hann sigur, at longu sum er, hevur Atlantsflog rættiliga góðar møguleikar at flyta farm.

- Nú vit hava fingið nýggja loftbussin, kunnu vit flyta eini fýra tons av farmi um dagin ímillum Føroyar og útheimin, sigur hann.

Men hann sigur, at tað er ikki meiri enn eitt sløg av farmi, sum Atlantsflog at flyta.


Tí dugir hann ikki at síggja, at tørvur er á eini beinleiðis flogrutu til farm burtur av, soleiðis, sum støðan er nú.

- Men áhugin er veksandi, leggur hann kortini afturat.

- Eg havi ikki sæð eina verkætlan av hesum slagi sum ber seg, leggur hann afturat.

Hann sigur, at tað munandi dýrari at flyta farm loftvegis, heldur enn sjóvegis, so skal talan verða um at útflyta fisk við farmaflogførum, er helst talan um tann dýrasta fiskin til tann marknaðin, sum krevur spillfeskan fisk.