Egyptaland fingið stjórn

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Mikudagur 1. august 2012 - 14:10

Hisham Qandil, sum tók við sum egyptiskur forsætisráðharri seinasta vikuskiftið, er nú liðugur at skipa eina nýggja stjórn. Tað skriva teir almennu fjølmiðlarnir í dag.

Sagt verður, at Mohammed Kamel Amr, uttanríkisráðharri, og Mumtaz al-Said, fíggjarmálaráðharri, halda fram í sínum størvum. Hini nøvnini verða almannakunngjørd í morgin.

Egyptiski forsetin, Mohamed Mursi, vendi sær í síðstu viku til Hisham Qandil og bað hann skipa stjórn. Eftir at hava fingið áheitanina segði Qandil, at hann ætlaði sær at hava fleiri serfrøðingar enn politikarar í stjórnini.

 

Næsta grein: Løgmaður stuðlar Pál