EIK og Klaksvík eru høvuðsstuðlar

Randi Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Innanlands
Týsdagur 24. juli 2012 - 15:37

Leygardagin 18. august verður Føroya Sjómannadagur fyri 8. ferð, og fyri kortum undirskrivaðu EIK og Føroya Sjómannadagur samstarvsavtalu.

Føroya Sjómannadagur hevur gjørt avtalu við ársins høvuðssponsorarnar, og eins í fjør verða tað Eik og Klaksvíkar Kommuna. Klaksvíkar Kommuna hevur verið ein av høvuðsstuðlunum øll árini og EIK mynstraði við skútúni í 2010.

Kósin er sett og sostatt verður alt klárt til leygardagin 18. august. Eins og undanfarin ár eru allar framsýningar og øll tiltøk á Føroya Sjómannadegi ókeypis, og hetta ber einans til, tí vinna og feløg standa saman um tiltakið.

Í vikuni fram til Sjómannadagin verða fleiri fyrilestrar, og stóra familjutiltakið verður aftur á skrá í ár – hin væl umtókta fiskikappingin fyri børn, stóra sjórænara-vatn-kríggið og sigling við útróðrarbátum út í Kalsoyarfjørð at kasta fløskupost.

Tey føroysku træseglskipini verða við og hópin av størri so smærri motorbátum og føroyskum róðrarbátum.

Tey sum ynskja at skipa fyri framsýningum o.ø. á Føroya Sjómannadegi verða biðin um at senda teldupost til jwj@nordlysid.fo ella ringja telefon 229682 – ella seta seg í samband við onkran í nevndini.