Ein hevur meldað

Randi Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 41

aktuelt.fo » Innanlands
Fríggjadagur 13. juli 2012 - 13:46

Kriminalpolitiið hevur fingið fráboðan frá einum persóni, sum kennir seg úthongdan á Facebook.

Orðaskiftið á Facebook um fólk, sum kynsliga hava gjørt seg inn á børn, er harðligt, og í fleiri førum er lætt at finna fram til, hvønn sipað verður til.

Í einum afturlatnum bólki eru bæði nøvn og myndir av fólki, sum verður umrødd sum pedofilar.

Mánadagin fekk kriminalpolitiið fráboðan frá einum persóni, sum meldaði ein annan persón fyri at hava hongt seg út við navni. Kriminalpolitið fær einki gjørt, uttan so at fólk sjálv melda.

Slíkar fráboðanir verða lagdar fyri løgfrøðingarnar, sum taka støðu til, hvat víðari skal henda.