Evropameistarar fyri triðju ferð

Vilmund Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 13

aktuelt.fo » Innanlands
Fríggjadagur 29. juni 2012 - 16:20


Ein bólkur við næmingum frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna hevur í dag vunnið finaluna í European Business Game-kappingini, sum varð hildin í Slovakia.

Vinnandi bólkarnir úr átta londum kappaðust um evropameistaraheitið, og vinnandi verkætlanin hjá føroysku næmingunum snúði seg um flagtekjur.

Hetta er soleiðis triðju ferð, at ein bólkur við næmingum á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna hevur vunnið evropeisku endakappingina. Fyrstu ferð var í 1997, síðan í 1999 - og nú aftur í 2012.

Næmingarnir í vinnandi bólkinum eru: Árni Rúnarson, Jacoba Christensen, Hallur Egilsnes og Rasmus Holm.