Fekk skaða umborð á Tjaldrinum

Vilmund Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 3

aktuelt.fo » Innanlands
Mánadagur 2. juli 2012 - 13:55


Leygarkvøldið fekk ein 38 ára gamal maður skaða umborð á Tjaldrinum.

Vaktar-og hjálparskipið hevði lagt upp á síðuna av ísfiskatrolaranum, Polarhavi, og tað livdi eitt sindur.

Teir vóru komnir næstan inn til molan í Havn, tá portrið á Tjaldrinum fór upp og rakti mannin, sum stóð eitt petti frá. Hann varð raktur á kroppin.

Av tí at Tjaldrið var so nær landi, gingu bara 10 minuttir, til maðurin var í sjúkrabili, sum flutti hann á Landssjúkrahúsið.