Randi Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Fyri løtu síðan ruku sløkkiliðini i Vestmanna, Kvívík og øll sløkkiliðini avstað.
Boðini vóru, at ein ferðsluvanlukka var hend á vegnum millum Válin og Gassadal.
Men hetta var bara ein venjing.
– Hvør sløkkiliðið sær hevur sína árliga venjing, men hetta er ein stór felagsvenjing, sigur Johnny Joensen, sløkkiliðsleiðari í Vestmanna.
– Sløkkiliðsfólkini vistu ikki frammanundan, at talan var um eina venjing, sigur Johnny Joensen.
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
Næsta grein: Tað mesta undan Íslandi