Fingu grindahvalir í trolið

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 3

aktuelt.fo » Innanlands
Mánadagur 20. august 2012 - 12:06

Manningarnar umborð á Lerki og Róki fingu eina heldur óvanliga uppliving hendan túrin.

Tá tað leið út á túrin, fingu teir fimm grindahvalir í trolið, og tað er rættiliga óvanlig hending.

- Tað vóru einir tveir, tríggir dagar eftir av túrinum, tá vit fingu hvalirnar í trolið. Vit tóku tríggjar inn, meðan Lerkur tók tveir, sigur Torlakkur Hansen, sum er stýrimaður umborð á Róki, og eisini grindaformaður í Nólsoy.

Hann sigur, at teir tríggir hvalirnir, sum teir tóku inn, vóru ávikavist níggju skinn og tveir á fimm skinn. Teir báðir, sum Lerkur tók inn, vóru um 14-15 skinn, so talan hevur verið um rættiliga stórar hvalir.

- Hetta er rættiliga óvanlig hending. Vit fingu ein stórhval fyrraárið, men hann hekk í fornetinum og vit mistu hann. Annars havi eg ikki verið við til at fingið hval í trolið, sigur Torlakkur Hansen, ið hevur fleiri enn 35 ár á baki sum sjómaður.

Av tí at túrurin ikki var komin at enda, máttu teir skera upp umborð, men tað riggaði væl.

- Vit hava kølilast, so tvøstið og spikið varð ísað. Talan er um feitan og góðan hval, sigur Torlakkur Hansen.

Lerkur og Rókur royndu á Íslandsrygginum hendan túrin, teir fingu hvalirnar í trolið, og komu inn um vikuskiftið.

 

Næsta grein: Trongligt á strondini