Fingu hóttan undan Breivik-atsóknini

Deil á Facebook
Fríggjadagur 6. januar 2012 - 14:40

Fýra mánaðir undan sorgarleikinum í Oslo og á Utøya tann 22. juli í fjør ringdi ein maður til móttøkuna hjá norsku stjórnini og hótti við at skjóta limir í ungdómsfelagnum hjá Arbeiðaraflokkinum. Maðurin tosaði eisini um eitt manifest, og hann tosaði niðursetandi um Jens Stoltenberg og Gro Harlem Brundtland.

Hóast talan var um hóttanir, bleiv løgreglan ikki kunnað um tað, sigur kringvarpið NRK.

Ein talskvinna fyri móttøkuna hjá stjórnini sigur, at hóttanin bleiv ikki tikin í álvara, men tulkað sum ein ósamanhangandi samrøða. Men aftan á atsóknina hjá Anders Behring Breivik bleiv løgreglan kunnað um telefonhóttanina. Talskvinnan leggur afturat, at maðurin, sum ringdi, tosaði somu dialekt sum Breivik.

VIÐKOMANDI GREINAR

» Breivik við víðgongdari høgraheilsan

» Kæran hjá Breivik avvíst

» Breivik á leikpallin

» Dani hóttir í Breivik-máli

» Skulu kanna Breivik umaftur


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Danskt skip flytur…

Danska farmaskipið Danica Brown hjá reiðarínum H. Folmer & Co.…

34 deyð í…

Í minsta lagi 34 fólk doyðu, og 21 fingu skaða,…

Nýtt Demokrati størstur...

Hevði tjóðartingsval verið í Grikkalandi nú, hevði tann konservativi flokkurin…