Fjallaklatrarar doyðu av kulda

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1

aktuelt.fo » Uttanlands
Sunnudagur 15. juli 2012 - 14:50

Tveir fjallaklatrarar vórðu í gjár funnir deyðir nærhendis Mont Blanc í Alpunum. Klatrararnir, sum vóru deyðir av kulda, vórðu funnir italsku megin markið í 4.400 metra hædd.

Franska løgreglan sigur, at talan er um ein ungan mann úr Spania og eina eysturevropeiska kvinnu.

Í gjár var minningarhald í einari kirkju í Chamonix til minnis um teir níggju fjallaklatrararnar, sum doyðu í einum skalvalopi á fjallinum Mont Maudit hósdagin. Tveir danskir fjallaklatrarar sluppu frá vanlukkuni við lívinum.