Fleiri um at gjalda skattin

Deil á Facebook
Sunnudagur 5. februar 2012 - 19:49


Árið byrjaði væl hjá Vestmanna Kommunu. Skattainntøkan gjørdist 2,6 milliónir krónur, í mun til 2,4 mió í januar í fjør. Talan er um á ein vøkstur upp á 154.00 krónur ella 6,28%.
- Vøksturin er stórur í mun til úrslitið í grannakommununum, verður sagt úr Vestmanna kommunu.
Í Kvívíkar Kommunu var afturgongd uppá 3,83%, meðan hinar grannakommunurnar høvdu framgongd, tó væl lægri enn í Vestmanna: Sørvágs Kommuna 0,76%, Sunda Kommuna 2,43%, Tórshavnar Kommuna 3,6% og Vága Kommuna 4,07%. Í miðal fyri allar kommunurnar var talan um framgongd upp á 3,05%.

- Vit eru sjálvsagt væl nøgd við úrslitið, men vit ivast í, hví úrslitið er so gott. Hækkingin kann koma av, at vit eru fleiri skattgjaldarar í ár, enn somu tíð í fjør, verður sagt úr Vestmanna Kommunu.


Snorri Brend
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Stoltenberg longu farin…

Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, er longu farin aftur til verka…

Fyrilestur um kvinnukúgan...

Leygardagin 19. mai heldur heldur Soheila Fors, sum er úr…

Stoltenberg í Føroyum…

Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta…