Flogfarið fleyg ov lágt

Rannvá G. Fossaberg
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Sunnudagur 16. september 2012 - 11:30

Danska løgreglan fer at gera enn eina roynd at avhoyra pólska ferðamannin, sum var umborð á flogfarinum, sum datt niður sunnan fyri Rønne á Bornholm.Tað veit tíðindastovan Reuters at siga.

Flogfarið, sum í gjár seinnapartin datt niður á eina fløtu uttan fyri Rønne, verður í dag flutt í ein hangar á flogvøllinum í Rønne. Her fara serfrøðingar at halda fram við arbeiðinum at finna útav, hví flogfarið datt niður.

Piloturin, sum er ein 37 ára gamal meksikanari, er framvegis í lívsvanda. Við honum umborð var ein 28 ára gamal póllendingur, sum liggur á Ríkissjúkrahúsinum og fær viðgerð.

- Póllendingurin var til avhoyringar í gjár, men hann bleiv ikki spurdur um sjálva innflúgvingina. Undir avhoyringini sovnaði hann fleiri ferðir. Vit fara at hava enn eina avhoyring við póllendingin í dag, sigur Jan Egelund frá løgregluni á Bornholm.

Vanlukan hendi, tá Learjet-flogfarið gjørdi klárt at lenda.

- Tey vitnini, vit hava tosað við, vilja vera við, at flogfarið fleyg alt ov lágt og rendi seg inn í nøkur trøð, sigur Jan Egelund.

- Tey hoyrdu ein ógvusligan larm frá flogfarinum. Um tað er tí, at flogfarið fleyg ov lágt, ella um okkurt annað var galið, vita vit framvegis ikki, sigur løgreglumaðurin.

Flogleiðarin á flogvøllinum hoyrdi neyðarróp frá flogfarinum, beint áðrenn tað datt niður.

Báðir menninir umborð á flogfarinum sótu fastir í næstan ein tíma, áðrenn teir blivu skornir leysir og síðani fluttir á Ríkissjúkrahúsið við tyrlu.

Løgreglan veit enn ikki at siga, hví menninir umborð á flogfarinum skuldu til Bornholm.