Flogferðslan útsett ein dag

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Innanlands
Mánadagur 23. juli 2012 - 09:35

Øll tann vanliga flogferðslan í dag mánadagin 23. juli er útsett til týsdagin, so pláss er fyri at rudda upp í øllum seinkaðu flogførunum frá fríggjadegnum, leygardegnum og sunnudegnum.

Tað skrivar Atlantic Airways á heimasíðu síni.

Fyrstu fráferðir
RC1470 til Billund (RC470/22jul) væntast at fara úr Vágum kl 09:00
RC1452 til Keypmannahavnar (RC452/22jul) væntast at fara úr Vágum kl 10:30
RC2460 til Keypmannahavnar (RC460/21jul) væntast at fara úr Vágum kl 12:15
RC490 til Barcelona væntast at fara úr Vágum kl 16:30

Programmið fyri flúgvingina í morgin verður kunngjørt kl 16 í dag.

Ferðafólk verða biðin um at fylgja væl við á http://www.atlantic.fo og annars verða heima sum longst.

Fleiri ferðafólk hava nú annað flognummar enn tey upprunaliga høvdu. Tit kunnu finna útav, hvørjum flognummari tit eru á, við at fara inn á https://www.checkmytrip.com og skriva inn referansu nummar og eftirnavn.

 

Næsta grein: Obama í Aurora