Føroyanevndin á væleydnaðari vitjan

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 4

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 30. august 2012 - 21:30

Fólkatingsins Føroyanevnd, sum Sjúrður Skaale er formaður í, var á vitjan í Føroyum frá sunnudegnum til í dag.

Nevndin hevur kunnað seg um nógv ymisk føroysk viðurskifti.

Úr skránni kann nevnast, at nevndin hevur verið í Vági, har Hans í Líðini m.a. greiddi frá grindadrápi, og á Tvøroyri, har kunnað hevur verið um Varðin Pelagic og um ætlanina við Saltsilo'ini.

Eisini hevur nevndin verið í Eysturoynni, har hon m.a. vitjaði Bakkfrost og Thor. Í Havn hevur fyrst og fremst verið tosað við landsmyndugleikarnar um aktuel politisk viðurskifti, men eisini vitjaði nevndin á Grafiska Verkstaðnum, eins og leiðslan á Føroya Tele hevur greitt frá teirri menning, sum verið hevur í virkseminum uttanlands. Dentur varð lagdur á at vísa, hvussu nógv føroyskt virksemi av ymiskum slag røkkur langt út um landoddarnar.

Tað er Sjúrður Skaale, sum hevur lagt vitjanina til rættis saman við Ríkisumboðnum.