Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Í kvøld verður avgjørt, hvør vinnur sonevndu Gríman standmyndina fyri bestu ljósseting til ein íslendskan sjónleika farna árið.
Millum teir fimm innatillaðu, har teir fýra eru fulltíðar – og harvið professionellir – ljósmenn, telist nólsoyingurin, Súni Joensen.
Burtursæð frá onkrari hissini ljósseting til onkra Ovastevnukabarett, fekk Súni Joensen sín debut sum ljósmaður til leikin Havgird, sum nólsoyingar framførdu á fyrsta sinni í 2009. Hann var við leikinum til NEATA-festival (North European Amateur Theatre Assossiation) á Akureyri í 2010 og til IATA-festival (International Amateur Theatre Assossiation)í Tromsø í 2011.
Seinast hevur hann verið við í leikinum, Baron Münchausen, í Gaflaraleikhúsinum á Hafnafirði (Sjónleikarhúsið er fastbygd í Fjørukrónna, og Augusta Skúladóttir er stjóri har).
Tað er fyri ljóssetingina til hendan leikin, at Súni Joensen er innstillaður til heiðurslønina.
Annars kann nevnast, at Súni Joensen í vár var annar av hundraðtals umsøkjarum, sum varð upptikin á Kongiliga Theaterskúlan í ljósseting.
Súni er sum sagt uppi ímóti fýra fult professionellum ljósmonnum, og tí má sigast, at bara tað at verða innstillaður er ein sigur í sjálvum sær.
Ljósseting er bara ein av kategoriunum, har ein Gríma verður latin, men alt verður avdúkað við hátíðarhald í nýggja operahúsinum, Hørpuni, í Reykjavík í kvøld.
Næsta grein: 41 ungir vágbingar til arbeiðis