Funnu svartan kassa úr Hercules-flogfarinum

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Sunnudagur 5. august 2012 - 10:56

Svenska verjan hevur funnið annan av teimum svørtu kassunum, sum vóru í tí norska hernaðarflogfarinum, sum rendi á svenska fjallið Kebnekaise í mars mánað. Øll tey fimm, sum vóru í flogfarinum, doyðu.

Carl-Johan Olofsson, sum fann tann svarta kassan, sigur, at tað var av tilvild, at kassin varð funnin einar 100 metrar frá sjálvum vanlukkustaðnum. Hann sigur, at kassin, sum er funnin, tekur upp tað, sum flogskipararnir siga.

Myndugleikarnir í Noregi og Svøríki vóna nú, at kassin kann greiða, hvat hendi tann 15. mars, tá flogfarið rendi á. Tær fyrstu kanningarnar bendu á, at flogskiparanir høvdu fingið skeivar upplýsingar frá flúgvileiðarunum í Kiruna.