Góðir upsatúrar undir Íslandi

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Innanlands Vinnulív
Fríggjadagur 29. juni 2012 - 21:00

Snellubátarnir Líðhamar og Kallanes, sum hava roynt eftir upsa undir Íslandi, hava landað í Klaksvík í dag.

Líðhamar (mynd: Oliver Joensen) kom á Klaksvík síðstu nátt við umleið 100.000 pundum, sum teir fingu eftir at hava fiskað hálvan sjeynda dag. Tíðliga í morgun kom Kallanes á Klaksvík. Teir høvdu fulla last, umleið 60.000 pund.

Norðlýsið skrivar, at tann eina dagin fekk Kallanes 18.000 pund.