Gunnvør á Kunningarstovuni

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Innanlands
Mánadagur 23. juli 2012 - 12:19

Fríggjadagin læt ein myndaframsýning upp á Kunningarstovuni í Nólsoy. Tað er Gunnvør Joensen, ið hevur málað.

Til ferniseringina spældu Hilmar Joensen og Hákun Andrias Hansen.

Talan er um 24 vatnlitsmyndir, og hetta er fyrsta ferðin, at Gunnvør Joensen málar við vatnliti.

Framsýningin er opin tær tíðir, ið Kunningarstovan er opin, og sýnt verður fram til 26. juli.

Høvi er eisini hjá fólki at ogna sær málningar, sum verða sýndir fram hesar dagarnar.