Heilsutrygd í nýggj hølir

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 6

aktuelt.fo » Innanlands
Mánadagur 20. august 2012 - 18:03

Frá mánadegnum 27. august verður Heilsutrygd at finna í nýggjum hølum. Frá tí degi fer Heilsutrygd at húsast í hølunum hjá Posta í miðbýnum í Klaksvík.

Í samband við at Heilsutrygd flytur í hølir hjá Posta, hevur Heilsutrygd stongt frá mikudegnum 22. august til fríggjadagin tann 24. august.

Opið verður aftur, sum vanligt frá mánadegnum 27. august í bygninginum hjá Posta við Klaksvíksvegin. Í nýggju hølunum fara Posta og Heilsutrygd milllum annað at hava felags inngongd.