Hópurin av framløgum í dag

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 7. mars 2013 - 10:44

Freistin at boða frá uppskotum til løgtingið var úti 1. mars, og á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 10 í dag, verða so hesi uppskotini løgd fram.

Av løgtingsskrivstovuni verður upplýst, at talan um um eini 50 uppskot, sum verða løgd fram í dag.

Framløga er tó síðsta punkt á skránni hjá løgtinginum. Fyrst verður 3. viðgerð av tingmáli nr. 72/2012: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2013«, ið snýr seg um blokkstuðulin, og næsta punkt er 3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2012: Uppskot til løgtingslóg um at byggja nýggja nólsoyarferju.

Síðani verður ein onnur viðgerð og tríggjar fyrstu viðgerðir, áðrenn framløga er á skránni sum sjeynda punkt.