Húsakórið vitjar Samuelskirkjuna

Eirikur Lindenskov
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Innanlands
Leygardagur 16. juni 2012 - 10:08

Útisetakórið syngur undir guðstænastuni í morgin klokkan 14.

Bergur Jacobsen, prestur, boðar frá, at guðstænastan í Samuelskirkjuni í morgin er hin seinasta áðrenn summarsteðgin. Regligu guðstænasturnar í Samuelskirkjuni byrja aftur sunnudagin 19. august, kl. 14:00.

Í morgin stjórnar Benjamin Gaasedal Húsakórinum, meðan Bergur Jacobsen prædikar, og Helgi Breiner Petersen spælir á søguligu Hemmersham urguna.

Aftan á guðstænastuna bjóðar kirkjuliðið til kafffi og te í kryptini ella úti í garðinum, alt eftir hvussu veðrið lagar seg.

Ólavsøkuguðstænastan í ár verður í Eliaskirkjuni á Vesterbros Torv, leygardagin 28. juli, klokkan 13:00. Haðani verður farið til ólavsøkuhaldið í Føroyahúsinum, ið liggur skamt frá kirkjuni.