Jarðskjálvti í India

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Sunnudagur 15. juli 2012 - 12:40

Ein jarðskjálvti, sum var 5,6 á Richterstiganum, hevur verið í India nærhendis markinum við Myanmar. Myndugleikarnir siga, at teir hava ikki frætt um nakran skaða.

Jarðskjálvtin var stutt fyri klokkan tvey í nátt lokala tíð, og amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í skjálvtanum var umleið ein kilometur undir jørð.

Í september í fjør doyðu meiri enn 100 fólk av einum jarðskjálvta í India. Tann skjálvtin var 6,9 á Richterstiganum, og hann gjørdi eisini stóran materiellan skaða.