Jens Mortan innsettur sum prestur

Deil á Facebook
Sunnudagur 5. februar 2012 - 21:28

Í dag varð Jens Mortan Mortensen innsettur sum prestur í Suðuroyar Norðara Prestagjaldi.
Hetta fór fram í kirkjuni í Hvalba, har nýggi presturin eisini fer at búgva við familju síni í prestagarðinum í Leirum í Hvalba.
Biskupur, dómpróstur og umleið helmingurin av prestunum í Føroyum tóku lut í hátíðarmerktu guðstænastuni í kirkjuni í Hvalba, umframt at kirkjan var fullsett av kirkjufólki.
Uni Næs, dómpróstur, handaði Jens Mortani Mortensen kalsbræv og setanarbræv, og eftir hetta helt nýggi presturin fyrstu prædikuna í kirkjuni í Hvalba.
Jens Mortan Mortensen hevur í fleiri ár verið urguleikari í kirkjum í Suðuroynni, umframt at hann t.d. eisini hevur stjórnað kirkjukórinum Ljomi í Vági í nøkur tíðarskeið. Kórið sang eisini til innsetanarguðstænastuna í Hvalba í dag. Tróndur Enni leikti trompet og Gudmund Mortensen leikti urgu og leiddi kórið. Gudmund Mortensen er annars urguleikari í Dómkirkjuni og er eisini bróður nýggja prestin, Jens Mortan Mortensen.



Myndafrásøgnir - Jens Mortan Mortensen innsettur sum prestur í Suðuroyar Norðara Prestagjaldi


Dagfinn Olsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Stoltenberg longu farin…

Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, er longu farin aftur til verka…

Fyrilestur um kvinnukúgan...

Leygardagin 19. mai heldur heldur Soheila Fors, sum er úr…

Stoltenberg í Føroyum…

Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta…