Í døgunum 24.-27. februar verður ein listaframsýning hjá John av Reyni í Smiðjuni í Lítluvík.
John hevur áður sýnt fram í Smiðjuni, umframt at hann hevur verið við á Ólavsøkuframsýningini, í Listaskálanum og hjá Lions Club. Við á framsýningini hevur John eini 30 málningar og 12 vatnlitsmyndir. Íblásturin kemur úr náttúruni, ið er so skiftandi og fangandi. John lýsir náttúruna og hennara skiftandi broytingar við sterkum litum yvir í mjørkakendu litirnar. Í kenslusomum myndum lýsir John menniskjuna, ið er kring um hann, og tær kenslur, ið hann kemur inn á ígjøgnum gerandisdagin. Framsýningin er opin fríggjadagin 16 - 19 við fernisering, leygardagin og sunnudagin frá kl. 14 – 18 og mánadagin frá kl. 14 – 19 skrivar heimasíðan www.johnavreyni.com
Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, er longu farin aftur til verka…
Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta…