Edmund Joensen: Kaj Leo má frá sum formaður

Randi Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 10

aktuelt.fo » Innanlands
Fríggjadagur 3. august 2012 - 10:43

- Tað er alla æru vert, at Kaj Leo Johannesen umsíðir kemur út úr skápinum og viðurkennir, at hann er loysingarmaður og ikki sambandsmaður.

Tað sigur fólkatingslimurin Edmund Joensen, fyrrverandi formaður í Sambandsflokkinum, og sipar til dreymin hjá løgmanni, sum boðaði frá í ólavsøkurøðuni, at hann vil hava trý sjálvstøðug lond í ríkinum.

Edmund Joensen heldur, at Kaj Leo Johannesen má taka avleiðingarnar, og fara frá sum formaður í Sambandsflokkinum, tí eingin munur er á hansara politikki og politikkinum hjá Fólkaflokkinum.

Annars er tað upp til politiska baklandið hjá Sambandsflokkinum at velja ein nýggjan formann, sum er sambandsfólk.

- Vit hava frammanunan nóg nógvar loysingarflokkar, sigur Edmund Joensen.