Kampingvognur í knús

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1

aktuelt.fo » Innanlands
Mánadagur 10. september 2012 - 17:07

Um hálvgum tvey tíðína í dag tók ein hvirvla ein kampingvogn á Hvannaleiti í Kollafirði og slongdi hann út av vegnum.

Hetta er miðskeiðir millum rundkoyringina í Kollafirði og Effostøðina.

Sagt verður av politistøðini, at kampingvognurin fór í knús, men tíbetur hendi eingin mansskaði.

Útsynningur er ringasta ætt í Kollfjarðadali, og hvirvlan var sum skilst rættiliga hørð, men tíbetur varð bilurin verandi á vegnum.

Myndir: http://www.faroecamping.dk/faroecamping.dk/Vltet_campingvogn.html