Kinesarar mótmæltu dálking

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Leygardagur 28. juli 2012 - 13:20

Harðir samanbrestir vóru í morgun í kinesiska býnum Qidong, har fólk í tíggjutúsundatali mótmæltu einum dálkandi útláti frá einari pappírsverksmiðju í býnum. Løgreglan royndi at steðga mótmælisfólkinum, og tað endaði við hørðum samanbresti.

Tíðindastovan AFP skrivar, at mótmælisfólk koppaðu bilum og brutu inn í almennar skrivstovur.

Tað er rættiliga vanligt, at fólk í Kina mótmæla umhvørvistrupulleikum. Tey seinnu árini er tann kinesiski ídnaðurin vaksin sera nógv, og í fleiri førum hevur ta havt økta dálking við sær.

Qidong er nærhendis stórbýnum Shanghai.