Kolera ger um seg í Sierra Leone

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Sunnudagur 12. august 2012 - 14:15

Kolerasjúkan er farin at gera um seg í tí vesturafrikanska landinum Sierra Leone. Myndugleikarnir siga, at teir hava staðfest knappliga 8.000 tilburðir av sjúkuni, og at 134 fólk eru deyð av henni.

Ein sendinevnd hjá Reyða Krossi fer til Sierra Leone at kanna støðuna, hvat teir lokalu heilsumyndugleikarnir hava gjørt, og hvat kann gerast. Aftan á vitjanina verður avgjørt, um Reyði Krossur skal biðja umheimin um hjálp, skrivar Reuters.

Sierre Leone er eitt av teimum fátækastu londunum í Afrika.