Landskassin fingið 32 mió. minni í skatti

Randi Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 10

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 2. august 2012 - 12:00

Føroyski landskassin hevur higartil í ár fingið 32 milliónir krónur minni inn í landsskatti sammett við sama tíðarskeið í fjør. Hetta svarar til eina minking á 3,7 prosent. Tað vísur ein nýggj uppgerð hjá TAKS.

Føroysku kommunurnar hava hinvegin fingið 24 milliónir krónur meira inn í kommunukassan fyrstu sjey mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at samlaða A-inntøkan higartil í ár er 4,7 prosent hægri enn í fjør.

Ein orsøk kann vera, at Føroya Fiskavirking fór av knóranum í desember 2010, og hetta hevði við sær, at virksemið í fiskivinnuni á landi var minni fyrstu mánaðirnar í 2011. Sambært tølunum hjá ALS er arbeiðsloysið minkað eitt vet, og hetta kann eisini gera sítt til, at samlaða A-inntøkan er hækkað.