Lastbilur kolaðist upp

Vilmund Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 11

aktuelt.fo » Innanlands
Sunnudagur 23. september 2012 - 21:27


Klokkan 17.26 í kvøld fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum gomlum lastbili á parkeringsplássinum uttan fyri skúlan í Søldarfirði.

Á myndini sæst, hvussu stóran skaða eldurin gjørdi, áðrenn tað eydnaðist sløkkiliðnum at bara eldinum. Lastbilurin er meiri og minni kolaður upp.

Løgreglan veit ikki við vissu, hvat tað í veruleikanum var, sum hendi, men bilurin verður kannaður, og tá kanningarnar eru lidnar, kann helst neyvari staðfestast, hví eldur kom í lastbilin.

- Maðurin, sum átti lastbilin, hevði sett bilin frá sær á parkeringsplássinum uttan fyri skúlan í Søldarfirði.

Bilurin verður neyvan til lastbil aftur. Hann er rættiliga illa brendur, sum hendan myndin, vit tóku í Søldarfirði tíðliga í kvøld, vísir.