Vilmund Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Sofus Poulsen, sum seinastu dagarnar hevur sýnt fram sína málningalist í Smiðjuni í Lítluvík, hevur einar 25-30 málningar við sær á framsýningini hesaferð.
Málningarnir, sum eru ymiskir til støddar, eru at kalla allir málaðir við oljumáling. Hetta er litrík og vøkur list, sum í stóran mun ímyndar bygdaløg, lendingar og náttúru.
Listaframsýningin hjá Sofusi Poulsen, sum fleiri ferðir áður hevur sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, verður opin í dag og í morgin aftrat, báðar dagarnar frá klokkan 11-18.
Portalurin var fram við og tók nakrar myndir fyrrapartin í dag.
Næsta grein: Býta út føst búpláss