Uni Holm Johannesen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
- Semjan er, at tingbólkurin og landsnevndin fer undir eina arbeiðsætlan, sum skal vera okkara boð upp á eina nýskipan í ríkisfelagsskapinum. Eg droymdi um ein ríkjafelagsskap, men noyðist at laga meg eftir flokkinum, har undirtøka ikki var fyri hesum. Hetta verður okkara boð upp á, hvussu vit vera sjálvstýrandi og fáa víðari heimildir í ríkinum. Og lat meg staðfesta tað enn einaferð: Eg havi ongantíð tosað um fullveldi.
Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum hevði fund í gjár, og niðurstøðan var, at flokkurin fer undir at evna eitt uppskot til dagføring av ríkisfelagsskapinum. Hann slær samstundis fast, flokkurin fer ikki at virka fyri einum ríkjafelagsskapi, men eini nýskipan innan fyri ríkisfelagsskapin. Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum, staðfestir eisini, at semja er um hetta.
Kaj Leo Johannesen viðurkennir, at ósamsvarandi áhugamálini hjá Danmark og Føroyum, sum støðugt koma fyri í uttanríkispolitiskum høpi, er orsøkin til, at hann vil hava víðari heimildir á uttanríkisøkinum - og samstundis nýskipan av ríkisfelagsskapinum. Dømi er WTO.
- Allir løgmenn, sum hava sitið, merkja hesar trupulleikarnar, sigur hann.
Hetta krevur eina nýskipan í ríkisfelagsskapinum. Tað skal gerast í tøttum samstarvi við Danmark, sigur hann.
- Sambandsflokkurin má vera við í hesum arbeiðinum. Vit vóru ov sein, tá fullveldissamgongan tók við í 1998 og vóru eisini fullkomiliga skúgvað til viks tá. Tað má ikki henda aftur. Eg vil, at Sambandsflokkurin eigur virknan lut, tá ríkisfelagsskapurin skal dagførast, og vit fara at geva okkara íkast við hesum arbeiðinum, sum byrjar skjótt, sigur løgmaður.
Politiken frammanfyri
Sosialurin vísti í blaðnum mánadagin á, at Politiken visti um dreymin hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, um ein ríkjafelagsskap í mai. Tað vóru tveir mánaðir, áðrenn sambandsmenninir fingu tað at vita.
Løgmaður sigur, at Bo Lidegaard, blaðstjórin á Politiken, fór undir hesa greinarøðina fyri at vita, hvat ríkisleiðararnir vilja við ríkisfelagsskapinum. Greinarnar skulu brúkast sum upptakt til ríkisfundin, sum verður í Grønlandi um tvær vikur. Avtalan var, at løgmaður skuldi ikki siga frá samrøðuni.
- Har greiddi eg frá, hvat eg vil við felagsskapinum í framtíðini. Undirtøka var ikki fyri tí í flokkinum. Tað var eitt mistak, at eg fór út við hesum, áðrenn eg hevði tosað við baklandið. Tað viðurkenni eg fegin. Eg skilji kortini ikki, at eg skal frá sum formaður, tí eg havi sagt, hvat eg droymi um, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Hann dugir ikki at siga, nær Sambandsflokkurin fer undir arbeiðið til nýtt skipanaruppskot, har flokkurin gevur sítt boð uppá, hvussu ríkisfelagsskapurin skal dagførast. Tað verður teirra íkast til orðaskiftið.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at hann fer at umrøða áleikandi mál, sum hann hevur málborið seg, Føroyar og Danmarkar millum ið hava verið frammi seinasta árið á ríkisfundinum í Grønlandi - eitt nú, hvussu ein framtíðar modernisering av ríkisfelagsskapinum kundi sæð út.
Næsta grein: Bóðu ferðafólkini rinda brennievni