Lønirnar kvinka upp eftir

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 7. mars 2013 - 11:43

Í mun til januar mánað eru útgoldnu lønirnar kvinkaðar nakað upp eftir.

Tað vísa feskastu tølini frá Hagstovuni.

Í februar vórðu útgoldnar 573 milliónir í lønum, og tað eru snøggar 25 milliónir krónur meira enn í januar.

Men tað er kortini væl undir tí, ið varð útgoldið seinasta ársfjórðing í 2012. Í oktober vórðu útgoldnar 612 milliónir, í november 610 milliónir og í desember heilar 698 milliónir krónur.

Hagstovan greiðir frá, at Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Strikumyndin vísir lønarútgjaldingarnar mánaðarliga, árstíðarjavnað og trend í milliónum krónum.