Lýsa nú eftir aðalstjórum

Eirikur Lindenskov
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 3

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 9. august 2012 - 15:53

Løgmansskrivstoan søkir nú eftir aðalstjórum til Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið.

Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur eitt nú ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stjórnarráðnum.

Stór krøv eru til førleikarnar hjá aðalstjórunum. Talan er um kandidatútbúgving frá lærdum háskúla, týðandi leiðsluroyndir, góðar leiðsluførleikar og góðar samskiftisførleikar.

Umsóknarfreistin er 3. september. Løgmaður setur størvini í samráð við avvarðandi landsstýrismann.

Størvini verða sett frá 1. desember 2012 ella eftir nærri avtalu.